HEILSUVERKIÐ
Tíðindaskriv
Leiðslan á Ríkissjúkrahúsinum vendi sær á heysti 2004 til Almanna- og heilsumálaráðið við ynski um at koma á vitjan í Føroyum á vári 2005 til tess at kunna seg um tað føroyska heilsuverkið. Hetta fyri at kunna síggja, hvar Ríkissjúkrahúsið kann styrkja uppundir ta menning, sum fer fram innan heilsuøkið, eitt nú innan telemedisin.
Í summar hava umboð fyri Ríkissjúkrahúsið verið í Føroyum. Byrjað varð við at vitja Klaksvíkar sjúkrahús, har rundsýning var á sjúkrahúsinum og á ellisheiminum. Somuleiðis varð skipað fyri rundsýning á Landssjúkrahúsinum.
Undan vitjanini varð gjørt av, hvørjir fakligir fundir skuldu haldast. Fundir vóru m. a. um møguleikarnar at nýta telemedisin í Føroyum og at taka ein part av viðgerðini til fólk við sjúkuni cystiskari fibrosu til Føroya.
Telemedisin gevur møguleika fyri, at samskifti kann fara fram millum serfrøðingar á Landssjúkrahúsinum og serfrøðingar á Ríkissjúkrahúsinum gjøgnum hátøkni. Nýtslan av telemedisini kann soleiðis geva møguleika fyri, at tann tilsjón, ið annars bert kann gerast á Ríkissjúkrahúsinum, møguliga í framtíðini kann flytast til Føroya. Við nýtslu av telemedisi er eisini møguligt at fáa svar alt fyri eitt uppá royndir, ið læknar á teimum føroysku sjúkrahúsunum taka. Niðurstøðan á fundinum varð, at báðir partar skuldu hyggja eftir, hvørjir møguleikar eru á hesum øki.
Tað føroyska heilsuverkið hevur í eina tíð arbeitt við at fáa ein part av viðgerðini til fólk við cystiskari fibrosu til Føroya. Niðurstøðan her varð, at leiðslan fyri Ríkissjúkrahúsið skuldi kanna við serlæknan á økinum, hvørji krøv skulu setast fyri at kunna flyta ein part av tilsjónunum til Føroya. Um ætlanin verður framd, fer tað føroyska heilsuverkið at seta seg í samband við teir sjúklingar, sum hava hesa sjúku, til tess at finna útav, hvørjir hava áhuga í at fáa ein part av tilsjónunum framdar í Føroyum.
Fundur varð somuleiðis hildin um samstarvið millum partarnar sum heild.
Eftir vitjanina, hevur leiðslan á Ríkissjúkrahúsinum boðað frá, at eftir teirra meting er føroyska heilsuverkið framúr væl virkandi, og er fakliga á einum høgum støði.