Leiðslan í KÍ setir blinda eygað fyri kikaran

- Eg kenni einki til tilburðin við Filip Djordjevic. Tað sigur formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum tó ikki hevur lagt í at spyrja seg fyri. – Tað vóru fíggjarlig krøv, sum skiltu okkum og Filip, sigur Tummas Lervig

- Nei, eg kenni einki til tilburðin. Havi ikki hoyrt um hann, áðrenn tú greiðir mær frá tí.
Tað sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, tá Sosialurin mikudagin greiðir honum frá søguni um síðstu tíðina hjá Filip Djordjevic í KÍ.
Dagin eftir sigur formaðurin seg hava kannað málið nærri.
- Nú havi eg spurt meg fyri, og har er einki at koma eftir. Vit kenna einki til hatta, ið tú førir fram um Filip Djordjevic. Hatta er óvæsentligt at tosa um, sigur Tummas Lervig avgjørdur.
Spurdur, hvønn hann hevur tosað við, nevnir formaðurin Jóhann Lützen, sum er samskiftisfólk og eisini dagligur leiðari í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Men formaðurin sigur seg ikki hava tosað við venjaran, sum bæði í fjør og aftur í ár er Páll H. Guðlaugsson.
- Nei, tað havi eg ikki. Eg blandi meg ikki uppí hansara arbeiði, og eg brúki ikki meira tíð uppá hatta, sigur Tummas Lervig.
Formaðurin í KÍ sigur seg onga ætlan hava um at gera meira við málið. Har er einki mál, sigur Tummas Lervig
Í aðrari grein her á síðuni váttar liðformaðurin í KÍ annars, at tilburðurin tá Filip Djordjevic skuldi ”revsast”, fór fram.
- Jú, eg minnist hasa hendingina, sigur Hjalgrím Elttør.

Fíggjarlig krøv
Meðan formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur lítlan hug at tosa um hendingina við Filip Djordjevic, ei heldur at spyrja seg fyri um hana, so hevur hann frægari hug at tosa um tey fíggjarligu krøv frá leikaranum, ið sambært leiðsluni í KÍ vóru orsøk til at leikarin skifti felag.
- Filip vildi forhandla sáttmálan av nýggjum, hann ynskti at leingja sáttmálan hálvt annað ár. Og í tí lá, at hann ynskti fleiri pengar fyri at spæla fyri okkum. Tey krøv kundu vit ikki ganga á møti, sigur Tummas Lervig.
Formaðurin í KÍ váttar, at Filip Djordjevic hevði sáttmála við KÍ fyri alt kappingarárið 2012. Men kortini endaðu partarnir í sáttmálasamráðingum á sumri í fjør.
- Hann vildi endurskoða sáttmálan. Men tað er also ikki spælarin, sum stýrir felagnum. Tí bleiv tað, sum tað bleiv, sigur Tummas Lervig.
Filip Djordjevic hevur eina aðra versjón av støðuni.
- Ja, eg havi hoyrt søguna um at eg fór úr KÍ vegna pengarnar. Eg fór, tí eg kendi á mær, at tað fór at handla um onnur ting enn fótbóltin. Mítt størsta mál er at spæla fótbólt, sigur Filip Djordjevic, og leggur afturat:
- Men tað er rætt, at eg eisini vildi hava at vita, um felagið vildi hava meg, og hvat tey ætlaðu við mær.
Leikarin hevði verið í samband við Víking áðrenn kappingarárið 2012 byrjaði. Men ta bleiv ikki til nakað, serliga vegna unga aldurin hjá Filip Djordjevic, sum í staðin skrivað ein eitt ára sáttmála við KÍ.
Tað váttar venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen. Hann hevur ongar viðmerkingar til tað, sum er farið fram í KÍ. Men staðfestir bara, at skiftið fór fram gjøgnum røttu kanalirnar, sum hann málber serg.
- Filip er ein ungur, evnaríkur spælari, sum hevur stórt potentiali, sigur Jógvan Martin Olsen um 19 ára gamla leikaran, sum hevur sáttmála við Víking hetta kappingarárið afturat.