Leiðslan í Heimarøktini sagt seg úr starvi

Viðmerking í samband við, at øll leiðslan í Heimarøktini hevur sagt seg úr starvi

Jana H. Dalsgaard, Forkvinna, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar



Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar harmast um, at øll leiðslan í Heimarøktini hevur sagt seg úr starvi. Vit undrast og spyrja eins og øll onnur, hvat orsøkin man vera.
Tað, at øll leiðslan fer samstundis ger sjálvsagt, at alt arbeiðið støðgar upp í eina tíð, og tá er vandi fyri, at tað, sum er uppbygt gjøgnum seinastu árini, meira ella minni, fer fyri bakka.
Ikki lýsast eftir fakligum leiðara
Tá vit so tann 22. februar lesa í Dimmalætting, at landsstýrismaðurin á økinum sigur seg ikki vera vísan í, at starvið sum fakligur leiðari í Heimarøktini verður sett aftur, hvøkka vit sjálvsagt við. Hetta kann hann ikki meina í álvara.
Hetta verður eitt stórt afturstig, ja, einki minni enn ein katastrofa, serstakliga tá tað júst nú m.a.verður arbeitt við, at seta á stovn døgnrøkt fyri alt landið.
Havandi í huga menningina á hesum stovni og stóru avbjóðingarnar, ið standa fyri durum, hongur tað ikki saman. Sparingarnar á Sjúkrahúsøkinum føra jú við sær, at arbeiðsbyrðan í Heimarøktini økist enn meira .
Aftur eru tað tey eldru og tey veikastu í okkara samfelag, ið eru fyri vanbýti. Støðan hjá teimum er, sum vit øll vita, als ikki nøktandi frammanundan. Júst, sum vit nú skuldu havt góðar fortreytir fyri at betra teirra umstøður, verður »teppið rykkt undan«.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at tað ikki verður lýst eftir fakligum leiðara fyri Heimarøktina.