Fleiri kommunu arbeiða uppá at skipa seg til komandi býráðssetu, ið tekur við 1. januar 2017. Nógv kommunustýri eru nýggj og tí krevst ein umskifting í nevndum og øðrum.
Eiðis kommuna hevur nú skipað seg eftir valið. Tað stillaðu tveir listar uppá á Eiði, men tey hava avgjørt, at tað verður ikki meirluti og minniluti í bygdaráðnum. Tey arbeiða sum eitt felags bygdaráð, hóast tveir listar eru umboðaðir.
Eingin broyting verður í ovastu leiðslu. Jógvan í Skorini heldur fram sum varaborgarstjóri og Hans Jákup Drangastein Johansen heldur fram sum varaborgarstjóri.
Bygdaráðið sigur í tíðindaskrivi, at ætlanin hjá nýggja bygdaráðnum er at halda somu kós sum undanfarnu fýra árini.
Sjey umboð eru vald á Eiði:
Jógvan í Skorini A
Hans Jákup Drangastein A
Jóannis Grímur Hammer A
Konrad Joensen A
Ingun Mørkøre A
Jens Pauli Gudbrandsø Nolsøe A
Olaf Fríðheim B
Ingun Mørkøre og Olaf Fríðheim eru tey einastu nývaldu í bygdaráðnum á Eiði.