Leiðsla slítir

Jógvan við Keldu má helst siga farvæl til borgarstjórastarvið eftir 16 ár í hesum sessi

Síðani 1980 hevur Jógvan við Keldu verið borgarstjóri øll árini uttan fýra, tá Óli Heinesen røkti hetta starv.

Jógvan við Keldu fekk aftur hesaferð toppskorari í Klaksvík við 315 atkvøðum, men Fólkaflokkurin misti ein mann í býráðnum og líkt er nú til at Tjóðveldisflokkurin fer at venda sær frá Fólkaflokkin í royndini at fáa leiðsluna og skipa samgongu.

- Tjóðveldisflokkurin tykist vilja hava nakað nýtt, og nú fáa vit at síggja, hvørjum tað endar við, segði Jógvan við Keldu, eftir at valúrslitið var greitt.

- Vit hava havt leiðsluna í 16 ár, og tað slítur til endans. Hóast vit framvegis eru størstu flokkur, eru vit farnir aftur lutvíst og mistu ein mann. Tí er í løtuni líkt til, at vit koma at sita í andstøðu næstu árini.


Kaldligt

Tað tykist vera kaldligt millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í løtuni. Tjóðveldisflokkurin vil hava leiðsluna, men hana við Fólkaflokkurin ikki lata flokkinum, um hann skal vera við í samgonguni.

- Tjóðveldisflokkurin hevur lagt sjógv millum okkum og seg, tí vit vilja ikki lata teimum leiðsluna, um vit skulu í samgongu. Tí er mest sannlíkt, at Tjóðveldisflokkurin fer at skipa samgongu, men eg síggi eisini onkrar aðrar møguleikar, har vit kunnu vera við, segði Jógvan við Keldu.

- Um vit enda í andstøðu, so fara vit at royna at fáa ávirkan gjøgnum samstarv við samgonguna.