Endin
á Vestmannasundi:Sorgblídni og fráfaringardámur var umborð á Ternuni týsmorgunin. Fólk, sum í áravís dagliga hava ferðast um Sundið og hitst í salongini, søgdu farvæl.
Á Oyrargjógv er einki óvanligt at síggja, tá Ternan umleið hálvgum sjey leggur at, sum hon i áravís hevur gjørt. Kortini er kenslan eitt sindur øðrvísi, tí vit vita, at hetta er seinastu ferð, farið verður umborð á hetta skipið, sum líkasum er vorðið ein partur av gerandisdegnum.
Uppi í salongini er heldur øðrvísi, enn vanliga dagar hevur verið. Har eru borð dekkað við rundstykkjum, og kaffimaskinurnar standa á einum borðið mitt á dúrkinum. Karamellur og mandarinir standa í íløtum á ymsu borðunum, eins og ein stór samanplanting stendur á einum borði. Hon er frá einum av flutnignsfeløgunum, sum regluliga hevur sent sínar stóru lastbilar um Vestmannasund. Ein heilsan og tøkk til manningina á Ternuni.
Fólk koma upp av dekkinum. Rættiliga nógv av vanligu ferðafólkunum mangla í dag. Tey hava tikið sær frí hendan stóra dagin. Vilja vera til staðar, tá tunnilin verður latin upp.
Tey, sum við eru, eru ikki so mælsk, sum onkuntíð hevur verið. Onkur undrast á borreiðingina, meðan onnur hava havt ein varhuga av hesum.
Fólk fáa sær rundstykki og kaffi og setast við vanligu borðini. Tosað verður sjálvandi um dagin og um tað, sum verið hevur, og fer at verða. Tað er heilt greitt, at her er ein onnur kensla í dag, enn hinar morgnarnar hevur verið.
Her er nakað, sum fólk fara at sakna, sum eisini onkur hevur á orði.
Lagt verður at, og fólk fara. Siga hátíðarliga farvæl. Sum tá menn fara til skips, og eingin veit at siga, nær komið verður aftur.
Ternan fær nýggj fólk umborð í Vestmanna og fer yvirum aftur. Sama søgan endurtekur seg, tá tey, sum fara við aðru rutu um Sundið møta.
Farið verður í land aftur, tá Ternan triðju ferð leggur at á Oyrargjógv klokkan gott átta. Fleiri bilar eru við, sum gera seinasta túrin við Ternuni. Teir heilsa allir, tá koyrt veru í land. Ein konsert, sum hoyrist víða hendan stilla morgunin.