Eftir umbøn frá vinnuni skipar TK Stovan, í samstarvi við Føroya Handverksmeistarafelag og havnar- og menningarstjóranum í Klaksvík, Rana Nólsøe, fyri skeiði, sum lýsir møguleikarnar í Veitarasamtøkum.
Eitt veitarasamtak er til dømis, tá nøkur virkir ganga saman í eitt samtak og bjóða uppá eina størri verkætlan (entreprisu), sum tey hvør sær eru ov lítil at klára. Møguleikar fyri at gera veitarasamtøk í Føroyum eru innan nógvar vinnugreinar. Til dømis innan byggivinnuna og oljuvinnuna, har nógvar uppgávur eru stórar í mun til, hvat føroysk virkir megna við teirra fáu starvsfólkum og avmarkaðu fíggjarligu styrkum.
Millum annað verða hesi evni umrødd:
?Møguleikar í einum veitarasamstarvi
?Spælireglur í einum veitarasamstarvi
?Tilrættaleggjan av einum veitarasamstarvi
?Ymiskir samstarvshættir
?Leiðsla av einum veitarasamstarvi
Skeiðleiðararnir eru Kristin Balslev Munksgaard, forskningsassistent, Jane Vestergaard Møller, forskningsassistent, Torben Damgaard, lektor, Poul Rind Christensen, professor og Mette Schmidt, amanuensis frá Syddansk Universitet. Teir hava, saman við vinnuni í Suðurjútlandi og á Fjóni (tí sokallaða tríkantsumráðnum), arbeitt nógv við ymiskum modellum og møguleikum fyri veitarasamtøkum. Syddansk Universitet hevur evnað nøkur amboð til smá og miðalstór virkir at brúka í veitarasamtøkum. Á skeiðin-um fáa luttakandi virkir kunning um, hvussu tey kunnu nýta hesi amboð.
Eitt hugsað dømi:
Ein stórur bygningur skal byggjast í Suðri. Ongin EL- ella HSV- innleggjari er so mikið stórur í Suðri, at hann einsamallur kann átaka sær arbeiðið. Tí ferð arbeiðið til eitt størri virki frá meginøkinum, ella entá til eitt útlendskt virki, tí ongin í Føroyum hevur nóg góð kappingarevni og nóg góðan førleika.
Ein loysn kundi verið veitarasamtøk millum føroysk virkir við tí endamáli at betra um kappingarevni og førleikan mótvegis størru virkjunum.
Meira kann lesast á heimasíðuni www.tk.fo