Leiðbeiningin villleiddi

Pensjonistur á Tvøroyri fekk skeiv boð í leiðbeiningini á Lanssjúkrahúsinum og tað kostaði honum 100 krónur

 

Samskiftistrupulleikar


Ein gamal tvøramaður kom eitt sindur býtt fyri á Landssjúkrahúsinum nú ein dagin, Men søgan um tvøramannin sigur eisini eitt sindur um, at samskiftið á Landssjúkrahúsinum gongur ikki altíð, sum tað skal.

Tað var nú ein dagin, at 80 ára gamli Daniel Jacob Smidt Jensen á Tvøryri var farin til eygnalækna á Landssjúkrahúsinum.

? Viðtalan gekk sum hon skuldi. Men á veg avstað aftur, fór hann í leiðbeiningina á Landssjúkrahúsinum at vita, nær Jón á Steig var at hitta, tí hann hevði eisini ørindi til hansara.

? Jú, hann var at hitta dagin eftir frá kl. 9-10, fekk eg at vita frá leiðbeiningini.

Morgunin eftir leigaði hann sær hýruvogn oman Landsjúkrahúsið, tað kostaði 50 krónur.

? Men har var onki at gera. Tá ið eg kom, gløddu tey við og spurdu, hvørji ørindini vóru hendan dagin? Eg segði, at eg hevði ørindi til Jón á Steig, sum eg var í viðtali hjá við jøvnum millumbili.

?Nei, tað nyttaði onki, tí hann var í feriu og kom ikki aftur, fyrrenn 1. oktober.

Hann sigur, at tískil mátti hann aftur leiga hýruvogn fyri 50 krónur avstað, uttan at fáa nakað burturúr.

Daniel Jacob Smidt Jensen vísir á, at Jón á Steig situr á einum av teimum ovastu rókunum á Landssjúkrahúsinum og hann heldur, at tað er ov galið, at Leiðbeiningin ikki skal vita so frægt.....