Leiðarin einsamallur til arbeiðis á Listasavninum

Síðani Helgi Fossádal byrjaði sum leiðari á Listasavni Føroya, hevur hann verið einsamallur til arbeiðis á savninum. Hini bæði starvsfólkini hava verið og eru framvegis sjúkraskrivað

Helgi Fossádal hevur verið leiðari á Listasavni Føroya síðani 1. mars, og hesar tvær vikurnar hevur hann verið einsamallur til arbeiðis á savninum.
Tað skilst, at hini bæði starvsfólkini á Listasavninum hava verið sjúkraskrivað, síðani tú komst til arbeiðis. Passar tað?
? Ja, eg kann vátta, at eg havi verið einsamallur til arbeiðis, síðani eg byrjaði. Hini bæði starvsfólkini hava verið sjúkraskrivað og eru tað í eina tíð afturat.
Hvussu ber tað til?
? Tað kann eg einki siga um, men tað er greitt, at tað ber illa til at halda fram einsamallur til arbeiðis.

Listfrøðingur í starvi
Annað av hinum starvsfólkunum er listfrøðingurin Inger Smærup Sørensen. Hon søkti eisini starvið sum leiðari á savninum, men síðani Helgi Fossádal kom til arbeiðis, hevur hon verið sjúkraskrivað.
Dimmalætting skrivað í gjár, at Inger Smærup Sørensen ikki er sett í starv sum listfrøðingur, men skal virka sum ráðgevi á Listasavninum. Hesum vísir ein avgjørdur Helgi Fossádal aftur í einum tíðindaskrivi, sum hann sendi út í gjár.
? Á stýrisfundi 25. mai 2004 var Inger Smærup Sørensen sett í starv sum listfrøðingur á Listasavni Føroya, og staðfesti undirritaði hetta í skrivi 1. mars 2005, sigur Helgi Fossádal í tíðindaskrivi, har hann endurgevur skrivi og staðfestir, at starvsheitið hjá Inger Smærup Sørensen er listfrøðingur.