Leiðarin

Tíðin nærkast í stórum fetum, tá tær endaligu próvtøkurnar á teimum ymsu miðnámsskúlunum verða. At fara til próvtøku er nakað, sum teimum fægstu dámar, og tað er ein ávísur spenningur millum næmingarnar, dagarnar uppundir eina próvtøku.
Tú fært 20 minuttir til eina framløgu, og síðani verður tú vigaður, mátaður, tugdur og at enda spýttur út aftur við einum tali. Eitt tal, sum kemur at fylgja tær í tínum prógvi restina av lívinum. Kanska eitt avgerðandi tal, men hinvegin ? kanska als ikki.
Próvtøkur eru órættvísar. Tað vita øll. Tú kanst hava klárað teg ómetaliga væl ígjøgnum alt árið, og so hevur tú ein ringan dag, júst hendan dagin, tú skalt til próvtøku.
Tað er ikki bara sum at siga tað at fyrireika seg til eina próvtøku. Skráin teir dagarnar er lestur, lestur, lestur og meira lestur. Rættiliga einfalt, men strævið.
Tey, sum hava verið til próvtøkur, kenna tað aftur. Tú kemur innar í hølið, og skalt taka eitt pappírspetti ella velja tær eitt tal. Hetta talið er eisini rættiliga avgerðandi fyri, hvussu úrslitið gerst, tí kemur tú upp í onkrum, sum tær ikki dámar so væl, so er dómurin fallin.
Tankarnir aftaná mala eisini ofta um, hví eg ikki tók pappírið, sum lá høgrumegin, ella tað sum lá í horninum. Ella hví valdi eg ikki nummar 8 ístaðin fyri nummar 11. Men hvussu víkir og vendir, so hevur tú nú 20 minuttir til at sannføra próvdómararnar um, at tú skalt hava eitt 11, 10 ella 9 tal.
Súrt, kann onkur kanska hugsa. At tú skalt hava gingið í skúla í so langa tíð, og tað tær verður givið, eru nakrir fáir minuttir til at fáa tín endaliga dóm. Men so eirindaleys er próvtøkan í veruleikanum.
Men tá ein fer innar í eitt próvtøku høli, so er tað so ymiskt, hvussu tað gongur. Tey flestu er sera nervøs, og tað gongur ikki so væl í byrjanini, men so líðandi kemur gongd á prátið, og tá nakrir minuttir eru farnir, so gongur tað bara heilt væl. Men so eru tað eisini tey, sum klappa totalt í, tá tey eru komin at sita. Tá er tað uppgávan hjá læraranum og próvdómaranum at royna at fáa næmingin at slappa av og kenna seg so mikið tryggan í skúlastovuni, at próvtøkan kann fara fram. Sambært lestrarvegleiðara og lærara, sum ph_1 hevur tosað við, so gongur tað sum oftast. Men sjálvandi kemur tað fyri,at neyðugt er við einum time-out, so næmingurin kann summa seg og byrja av nýggjum.
Øll vita, at tað eru nógvir nervar upp á spæl til eina próvtøku, men tað er ikki nakað galið í tí. Nervar kunnu vera góðir, tá ein skal til próvtøku, tí tað gevur eyka orku og konsentratiónin fer í topp.
Til tykkum øll, sum skulu til próvtøku í teimum komandi døgunum ella vikunum skal her frá okkum ljóða eitt ynski um góða eydnu.