Leiðari settur í hesi vikuni

Barnaheimið í Havn fer væntandi at fáa nýggjan leiðara í hesi vikuni. Tað upplýsir Fríða Patursson, sum er formaður í nevndini.
Lýst hevur verið eftir nýggjum leiðara, men ov fáar umsóknir komu inn. Tí gjørdi nevndin av at søkja av nýggjum. Hesuferð hilnaðist betri og fýra umsóknir vóru at velja ímillum.
Seinasta árið hevur Mirjam Johannesen verið virkandi leiðari á Barnaheiminum, síðan Sólrun Jacobæus fór úr tí starvinum.
Nú skal nýggjur leiðari finnast, og tað verður væntandi avdúkað í hesi vikuni.