Í gjár var Marjun Restorff, sjúkrasystir, sett sum leiðari á D7 á Landssjúkrahúsinum.
Hetta er deildin fyri senil dement, sum um stutta tíð letur upp í bygninginum, har Eirargarður áður hevði til á Landssjúkraøkinum.
Marjun Restorff er sjúkrasystir, og hevur í nógv ár starvast á røktardeildini á Landssjúkrahúsinum.
Enn er ikki greitt, nær nýggja deildin letur upp. Nú verður søkt eftir starvsfólkitil nýggju deildina, verður upplýst í Almanna- og Heilsumálastýrinum.