Leiðari fingið sekkin

Sanna Hansen, sum var leiðari á starvsfólka- og umsitingareildini í Kringvarpi Føroya, er farin úr starvi. Grundgevingin er, at hon ikki røkti sínar skyldur nóg væl

Vánaliga fíggjarstøðan í Kringvarpi Føroya hevur nú kosta einum leiðara starvi.
Í gjár fór Sanna Hansen, leiðari á starvsfólka- og umsitingardeildini fór frá í gjár.
Hon fekk eina fráfaringaravtalu.
- Grundgevingin var, at hon ikki hevur røkt sínar skyldur nóg væl, sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya.
Tað eitur, at Sanna Hansen segði seg úr starvi, men fólk, sum sjálv siga seg úr starvi, fáa onga fráfaringaravtalu.
Kringvarpið fer nú at finna ein nýggjan leiðara.
Dia Midjord kann ikki siga, um tað verða fleiri uppsagnir, um kringvarpið ikki fær meira enn 1,9 mió. krónur og ikki tær umbidnu 3,5 mió. krónurnar á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Leiðslan situr og vendir og snarar tølunum og roynir at finna kreativar loysnir, sum Dia Midjord tekur til.