Klaksvík:
Nú søkir Atlantis aftur eftir dagligum leiðari. Eftir at ongin fastur leiðari hevur verið síðani í mai í fjør, roynir stýrið aftur at finna ein dagligan leiðara til mentanarhúsið.
Klaksvíkar býráð hevur økt játtanina til húsið við 200.000 krónum í ár, og hevur hetta óivað sína stóru ávirkan á, at leiðari nú aftur verður settur. Við teimum 200.000 krónunum eyka, fær Atlantis nú 700.000 krónur á fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar býráð. Nikolina Olsen sigur, at útivið 300.000 krónur fara beint í útreiðslur og skuld. Sostatt hevur húsið tað dupulta av pengum at arbeiða við í ár í mun til í fjør. Og tað skuldi borgað fyri góðsku. Og man setan av leiðara verða tað fyrsta stigi í hesum.
Nikolina Olsen sigur, at fleiri umsóknir eru komnar inn, og tað letur til at áhugin fyri starvinum er góður. Hon sigur, at fleiri ringja eisini og spyrja seg fyri um ymiskt.
Starvið verður sett frá 1. mars og umsóknarfreistin verður úti tann 1. februar.
Økja um aktivitetin
? Tann nýggi leiðarin skal arbeiða fyri meira aktiviteti í húsinum, sigur Nikolina, sum tó viðgongur, at talan neyvan kann verða um tey heilt stóru tiltøkini, tí tað eru einans 112 sitipláss í salinum.
? Tað eru nógv smærri tiltøk, sum egna seg avbera væl til at hava í Atlantis, sigur forkvinnan í húsastýrinum.
Mentanarhúsið Atlantis hýsir eisini biografinum, og harafturat húsast Klaksvíkar Sjónleikarafelag í kjallaranum. Tey venja ein leik nú, sum skal hava frumframførslu í februar, so tað eru fleiri viðurskifti, sum skulu passa saman í húsinum.
Húsið hevur nú koyrt síðani í mai í fjør uttan dagligan leiðara, tá táverandi leiðarin, Jógvan Eliasen, fór úr starvinum. Hann fíltist fleiri ferðir á, at umstøðurnar í húsinum ikki eru nóg góðar til at skipa fyri tiltøkum. Men nú fáa vit at síggja, hvussu verður við aktivitetinum í húsinum, tá ein nýggjur leiðari verður settur.