Sonja Olsen hevur sum leiðari broytt og tillaga virksemið á frítíðarskúlanum enn meira ímóti frítíðarnámsfrøði og til eitt støðugt hækkandi barnatal, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
Frítíðarskúlin byrjaði 1. august í 2008 og er eitt frítíðartilboð til børn í forskúla, 1. flokki og 2. flokki. Frítíðarskúlin er í Rituvík og er tætt við náttúruna, spælipláss og fjøruna. Rundan um frítíðarskúlan er stórt øki við ymiskum avbjóðingum.
Í frítíðarskúlanum er klatriveggur, fimleikeikahøll og verkstaður.
Endamálið hjá Frítíðarskúlanum við Stórá er, at barnið eftir lokna skúlatíð, hevur tryggar karmar og er undir uppsýni av vegleiðandi vaksnum, stendur á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.