Leiðarar á skúlabonk

Skeiðsdepilin við Marknagil er farin undir eina nýggja útbúgving fyri leiðarar. Talan er um Diplomleiðaraútbúgving. Georg Suðurgarð er leiðari á Skeiðdeplinum við Marknagil

Útbúgving
Magnus Gunnarsson

Diplomleiðaraútbúgvingin er væl kend, eitt nú í Danmark, har fleiri av handilsskúlunum bjóða hesa útbúgving. Útbúgvingin verður roknað sum ein góð barlast hjá leiðarum. Serliga hjá teimum, sum hava arbeitt við leiðslu, men ikki hava nomið sær útbúgving innan starvsfólkaleiðslu. Georg Suðurgarð hevur verið við til at ment hesa útbúgving í Danmark. Hann hevur gjøgnumført diplomleiðaraútbúgvingina í Danmark og í Grønlandi, og nú er túrurin komin til Føroyar. Hósdagin 27. mars var so skjøtil settur á diplomleiðaraútbúgvingina á Skeiðsdeplinum við Marknagil. 20 luttakarar vóru á fyrsta liðinum, meðan 10 luttakarar eru á bíðilista til lið 2, sum byrjar síðst í apríl ella fyrst í mai. Skeiðini verða hildin á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Tað er Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin, sum reka Skeiðsdeplinum við Marknagil (SDM).

Betri leiðarar

Útbúgvingin er gjørd til leiðarar, ið ynskja at blíva betri leiðarar. Við leiðslu meinast ikki einans við fíggjarstýring, framleiðslustýring o.l., men vanliga praktiska leiðslu við menniskjum. Góðir leiðarar hava eina heildarfatan av leiðslufunktiónini í fyritøkuni, samstundis sum teir duga at brúka hana í sínum dagliga arbeiði.
Útbúgvingin er uppbygd sum ein læra, ið er bygd á royndir, t.v.s. at tað verður arbeitt við: vitan, hugburði og í verki - frá teori til praksis
Endamálið við útbúgvingini er at geva núverandi og komandi leiðarum í privatum og almennum fyritøkum eina miðvísa kunning í leiðslufunktión.
Útbúgvingin tekur tvey ár, men luttakararnir møta 10 ferðir um hálvárið. Skúlagondin er frá klokkan 9-16.
Skeiðluttakararnir í fyrsta skeiðinum ynsktu t.d. at fáa betri kunnleika til góða praktiska leiðslu, ikki einans teoretiska, men at duga betur at skipa dagliga arbeiði. Áhugaði kunnu venda sær til Skeiðsdepilin við Marknagil. Tel. 318813 ella teldupost: dt@hsh.fo