Leiðarar rósa pávanum

Altjóða politiskir og átrúnaðarligir leiðarar hava bara gott at bera Benedikt 16. páva, sum í dag kunngjørdi, at hann fer frá tann 28. februar.

Pávin er týskari, og týski kanslarin, Angela Merkel, sigur, at hon hevur stóra virðing fyri avgerðini hjá pávanum at fara frá.

-Týska stjórnin hevur alla virðing fyri avgerðini, sum pávin hevur tikið, og tí, sum hann hevur gjørt fyri ta katólsku kirkjuna, sum hann hevur staðið á odda fyri í næstan átta ár, sigur talsmaðurin hjá stjórnini í Berlin, Steffen Seibert.

Bretski fosætisráðharrin, David Cameron, sigur, at tað verður saknur í Benedikt 16. páva. Hann sigur, at pávin hevur víst ein ótroyttiligan vilja til at styrkja sambandið millum Vatikanið og Bretland.

Ovastin fyri teirri angikonsku kirkjuni, Justin Welby, erkabiskupur av Canterbury, harmast avgerðina hjá pávanum at fara frá, men leggur afturat, at hann skilir avgerð pávans.

Ovasti rabbiin í Ísrael, Yona Metzger, róar pávanum fyri hansara roynd at fáa altjóða samstarv ímillum trúargreinar. Hann leggur afturat, at viðurskiftini millum Vatikanið og Ísrael hava ongantíð verið betur enn nú.

Vatikanið hevur boðað frá, at ein nýggjur pávi verður valdur fyri páskir.