Útbúgving
Endamálið er, at luttakararnir fáa nakrar beinleiðis nýtsluvendar persónligar førleikar, ið tørvur er á fyri at fremja sítt arbeiði. Samstundis fáa luttakararnir grundleggjandi leiðsluførleikar til at reka eina byggifyritøku ella stýra einari arbeiðstøku.
Útbúgvingin er í fýra modulum: leiðsla, búskapur, lean framleiðslustýring og marknaðarføring, og ein persónlig undirvísingargongd verður løgd til rætissa, grundað á royndi.
Undirvísingin fer fram sum blandað læring. Frálærutímar við persónligari vegleiðing, hjáveru undirvísing og samvirkandi, livandi frálæra umvegis internetið. Útbúgvingin er fyri fólk við eini vinnuútbúgving innan bygging og anlegg og minst 2 ára vinnuroyndir, umframt leiðsluroyndir.
Royndir undirvísarar frá Vitus Bering Danmark og Skeiðsdeplinum taka sær av frálæruni. Eitt modulprógv verður givið fyri staðið modul. Samstundis verður eitt europass givið.
Til ber at lesa um útbúgvingina og tilmelda seg á www.skeidsdepilin.fo .