Tórunn Højgaard Ósa er í vikuni sett sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Psykiatriska deplinum.
Umframt leiðandi funktión á deplinum saman við Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækna, verður hon somuleiðis partur av samlaða leiðslutoyminum á Landssjúkrahúsinum, ið
fevnir um 6 deplar.
Tórunn Højgaard Ósá er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá 2001, og hevur harumframt eina cand. scient. soc. útbúgving frá Roskilde Universitet Center í 2010.
Seinastu árini hevur Tórunn Højgaard Ósá arbeitt á Psykiatriska deplinum við uppgávum innan bæði sjúkrarøktarfakliga økið, fyrisiting og leiðslu.
Hon er 37 ár, og búsitandi í Hoyvík.