Leið 700 eisini givin at koyra

Fyri lítlari løtu síðani boðaði Strandferðslan frá, at leið 700 er eisini steðga at koyra.

Strandferðslan sigur, at lýst verður seinni, um leið 700 ferð at koyra aftur seinni í dag. Leið 700 koyrir millum Sumba og Tvøroyri.

Frammanundan var leið 701 givin at koyra, umframt at leið 6 og 7 hjá Tórshavnar kommunu eisini vórðu steðgaðar.

Flogferðslan er eisini hart rakt av nógva vindinum, og væntandi lendir einki flogfar fyrr enn í kvøld.