Á leið 12-20 prosent stríðast við angist

Tað finnast ikki føroysk hagtøl, ið siga, hvussu nógv stríðast við angist, men staðfestast kann, at vit í Føroyum ikki eru øðrvísi enn aðra staðni.

 

 

Kanningar á økinum vísa, at sannlíkt er, at angist er sera útbreitt og valigt. Psykiatrifonden.dk skrivar, at ein stór kanning, sum var gjørd í fleiri evropeiskum londum vísti á, at á leið 12 prosent uppliva angist í einum tíðarskeiðið á eitt ár. Ein onnur norsk kanning vísti tó, at talið var heilt uppi á 20 prosentum.

 

 

Kanningar vísa, at tað eru fleiri kvinnur enn menn, ið líða av angist. Serliga eru tað kvinnur, ið hava familju, arbeiði, nógva ábyrgd, stóran vinaskara og nógvar kenningar. Tað eru eisini fleiri, sum hava fleiri ymisk sløg av angist ella angist og tunglyndi samstundis.

 

 

Psykiatrifonden.dk upplýsir, at í einum tíðarskeiðið á eitt ár fáa á leið 1-3 prosent generella angist, men vandin fyri at fáa generella angist einaferð í lívinum er 3-5 prosent. Tað eru fleiri kvinnur enn menn, ið fáa generella angist, og bert ein triðingur av teimum, ið uppliva generella angist venda sær til lækna innan fyrsta árið. Fleiri fáa ongantíð diagnosuna.

 

 

Á leið 2 prosent hava agorafobi, sum er ótti fyri stórum almennum rúmum og stórum fjøldum. Samsvarandi 2 prosent hava sosiala angist. Fleiri kvinnur enn menn hava ræðslusjúkur, sum vanliga byrja tíðliga í lívinum. Hóast ræðslusjúkur ofta kunnu staðfestast í barndóminum, so byrjar sosialt angist ofta í tannáringaárunum – á leið helmingurin fáa staðfestingina um 13 ára aldur. Agorafobi verður tó oftast staðfest í 20unum.

 

 

Gurið Simonsen, sálarfrøðingur, heldur, at tað er umráðandi at normalisera hetta og vita, at til ber at gera okkurt við tað. Tað eru nógv amboð, ið kunnu nýtast, tá ein fer í hernað ímóti angistini. Eisini er umráðandi at tosa um líðingina við tey, ið standa einum nær.