Legoholics millum trý tey bestu

850 lið byrjaðu í Danmark, Noreg, Svøríki og Føroyum, og 52 náddu norðurlendsku finaluna, har Legoholics av skúlanum á Argjahamri var eitt teirra

850 lið byrjaðu í Danmark, Noreg, Svøríki og Føroyum, og 52 náddu norðurlendsku finaluna, har Legoholics av skúlanum á Argjahamri var eitt teirra.

 

Leygardagin var so norðurlendska finalan, har 52 lið vóru við.

 

Talan er um fýra kappingar, har ein uppgáva snúði seg um at byggja ein robott og fáa hann at gera uppgávur á einum borði.

 

Ein onnur uppgáva var at greiða trimum dómarum frá, hvat teir høvdu hugsað við robottinum, og ein triðja uppgáva var at marknaðarføra teirra framleiðsu.

 

Tríggir dómarar ganga runt í hølinum og spyrja næmingarnar, hvussu teir hava samstarvað.

 

Til hesa kappingina høvdu Legoholics uppfunnið ein netútskjótara, sum kann verða við til at hjálpa brandmonnum í vandamiklum støðum. Í staðin fyri at brandmenn klúgva upp á tøk í nógvum vindi, ber til ístaðin við hesum netútskjótaranum at skjóta netið út yvir takið.

 

Hetta er eitt amboð, ið er ment í samstarvi við Brandstøðina í Havn og við Vónina.

 

Legoholics fekk 407 stig í robottkappingini, men í granskingini fingu teir steyp.

 

Og tá samlaða úrslitið skuldi almannakunngerast, vóru næmingarnir av Argjahamri róptir upp sum eitt av trimum liðum, ið vórðu tilnevnd. Bert eitt lið kundi vinna, og tað gjørdist so ikki Legoholics, og um teir gjørdust nummar tvey ella trý var ikki avdúkað.

 

Nú verður tað so upp til Legoholics, um nakað meira hendir í kappingini, tí tað eru bæði ein europeisk kapping í Pamploma í Spania og ein altjóða kapping í Saint Louis í USA. Enn er ikki heilt greitt, um føroyingarnir fáa møguleikan har.

 

Luttakararnir í Legoholics:

Heidi Dam Jacobsen

Katarina Fuglø

Ása Henriksen

Johanna Hammer

Ragnar Rasmussen

Bartal Dam Gregoriussen

Filip í Liða

Benjamin BjarnasonFríðberg

Brian Heinesen

(Hannis Ritter) var ikki við í Bodø

 

Lesið eisini greinina Næmingar á Argjahamri vunnu First Lego League