– Mikudagin settu Lego Vinir úr skúlanum við Løkin kós móti Grikkalandi. Tað vóru grikkar, sum høvdu boðið Lego Vinum til Grikkalands. Endamálið var at geva grikskum ungdómi íblástur til First Lego League (FLL).
Tað skriva Dan Lamhauge, vegleiðari hjá Lego Vinum, sum í hesum døgum eru í Grikkalandi í samband við First Lego League:
Fríggjamorgunin var fyrsta tiltakið á skránni. Tá høvdu Lego Vinir fyrilestur um teirra royndir í FLL. Fyrilesturin varð hildin í kjallaranum í eini kirkju, har meira enn 200 skúlaungdómar vóru samlaðir. Eftir framløguna skipaðu dreingirnir fyri verkstøðum, har tøkni á byrjanarstøði var á skránni. Børnini tóku sera væl ímóti Lego Vinum.
Eitt, sum hevur eyðkent hesi tiltøkini, er, at kirkjan tekur ein aktivan lut í teimum. Umframt at hetta tiltakið var í eini kirkju, so varð hendan fríggjamorgunin byrjað við, at ein biskupur talaði til fjøldina. Og eftir tiltakið vórðu Lego Vinir bodnir til eina góða máltíð, har ein prestur var vertur.
Seinnapartin fríggjadagin varð farið til ein keypskála, tann størsta í Thessaloniki og næststørsta í Grikkalandi. Har høvdu fyriskipararnir sett ein pall FLL borðum upp mitt inni í skálanum. Lego Vinir høvdu fyrireikað 4 ymisk verkstøð til hetta høvið, og koyrdu allan seinnapartin, líka til kl. 21. Tá høvdu eini 15 lið verið ígjøgnum øll 4 verkstøðini.
Seinnapartin leygardagin varð so hildið fram við verkstøðunum til klokkan hálvgum seks. Tá vóru seinastu 20 liðini liðug við verkstaðarundirvísingina. Eini 300 børn luttóku í tiltakinum í keypskálanum og íalt hava eini 500 børn fingið undirvísing frá Lego Vinum hesar báðar dagarnar. Klokkan seks varð sjálvt Kick Off Event skotið í gongd. Heilt nógv fólk var samlað við pallin, eini 6-700. Talan er um fyrsta stigið hjá grikkum at fyriskipa kappingar í FLL. Fyrsta finalan í kappingini verður í mars og hetta var startskotið upp á hesa kappingina. Og tað varð gjørt við stíli. Har vóru filamonikaraorkestur, dansarar og talur. Heiðursgestir vóru Lego Vinir.
Lego Vinir hava staðið seg sera væl í Grikkalandi hesar dagarnar og hava víst í verki, at dugur er í teimum. Griksku børnini og ungdómarnir hava veruliga tikið Lego Vinir til sín og hava teir nú fingið stóran fjepparaskara.
Umframt at hava fingið fjeppara, so hava dreingirnir í Lego Vinum eisini fingið enn fleiri royndir í skjáttuna. Umframt alt tað tøkniliga, so hava teir fyrireikað og lagt fram á fremmandum máli, brotið mørk og staðið fram, samskift við børn og vaksin á ymsum stigum og fingið ein hóp av vinum.
Tá grikkar fara at skriva søguna um FLL í Grikkalandi, so eiga Lego Vinir úr Runavík sín uppiborna lut í henni.
Lego Vinir fara úr Grikkalandi aftur mánadagin og koma heim aftur til Føroyar týsdagin.