Hetta upplýsir rakstrarfelagið Inventive Retail Group (IRG), ið stendur fyri rakstrinum av leikutoysframleiðsluni í 81 russiskum handlum.
Lego eigur ikki nakran handil í Russlandi.
Uppsagnin av sáttmálanum kann verða endin av virkseminum hjá Lego í Russlandi.
Danska leikutoyssamtakið kunngjørdi afturi í mars, at tey hildu uppat við at senda Lego-klossar og lego-sett til Russlands.
Hetta varð sjálvandi ein avleiðing av russisku innrásini í Ukraina og teimum eftirfylgjandi revsitiltøkunum.
Sambært Lego er upsagnin av sáttmálanum orsaka av "tí framhaldandi og umfatandi órógvanini í rakstarumhvørvinum"