Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur nú trýst á Føroya løgting í spurninginum um nýggja fiskiveiðiskipan.
Tað er niðurstøðan hjá Kvf í tíðindasendingini í kvøld, eftir at útvarpið hevði skift orð við Høgna Hoydal, sum fer at sýta fyri at leingja loyvini, sum hann annars hevur heimild til í galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap.
- Eg havi boðað greitt frá, at eg ætli mær ikki at endurnýggja loyvini, sum eru í núgaldandi lóg. Tað hevði verið ein púrasta andsøgn, um eg nú gav boð um at gera tað, tá eg havi tikið greiða avgerð um, at tað fari eg ikki at gera.
Í Fiskimálaráðnum eru tey ikki fyrireikað til støðuna, um einki verður av fiskivinnunýskipanini., og Høgni Hoydal heldur fast um sína avgerð. Tað, sum landsstýrismaðurin vil, er at fáa eitt nýtt lógargrundarlag.
Men, um Høgni Hoydal kortini situr í sessinum sum fiskimálaráðharri við árslok, og fiskivinnunýskipanin er dottin niður fyri, hvat fer landsstýrismaðurin tá at gera?
- Um tann støðan kemur í, sum eg ikki rokni við, at hon kemur, verður tað sjálvandi ein fyrisitingarlig viðgerð av støðuni, sigur landsstýrismaðurin.
Hann ásannar, at sambært galdandi lóg er heimild hjá landsstýrismanninum at endurnýggja loyvini í fimm ár, men tað fer hann ikki at gera, endurtekur hann í samrøðu við Kvf nakrar ferðir í kvøld.
- Um loyvini skuldu verið endurnýggjaði, soleiðis sum heimild er til í lógini, skal landsstýrismaðurin eisini áseta nærri reglur, og tað havi hvørki eg ella undanfarin landsstýrisfólk gjørt.
Høgni Hoydal vísir á, at um henda støðan skuldi komið í, hevði hon ivaleyst elvt til nógva viðgerð, men sum landsstýrismaður hevur hann langt síðan tikið sina avgerð.
- Men, verður henda støðan aktuell, verður tað uttan iva eisini ein viðgerð í løgtinginum um lógarbroytingar og annað. So, tað er har, at málið liggur.
Landsstýrismaðurin sigur, at hansara avgerð eisini er eitt greitt signal til Føroya løgting og til alla politisku skipanina um tað, sum politiska skipanin hevur sagt um at útvega eitt nýtt og greiðari lógargrundarlag.
- Tað er hetta, sum má fremjast, leggur hann dent á.
Høgni Hoydal sigur, at hann hevur biðið Fiskimálaráðið um at lýsa støðuna, hvussu verður – antin fiskivinnunýskipanin kemur ígjøgnum ella ei, men at leingja loyvini í fimm ár eftir galdandi lóg kemur ikki upp á tal.