Leggur seg ikki út í ES-samráðingarnar

Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, hevur av og á lagt seg út í ymisk almenn viðurskifti, men hann ætlar sær ikki at leggja seg út í samráðingarnar við ES uma limaskap í samveldinum. Tað sigur forsetin í samrøðu við eina franska tíðindastovu.

Forsetin ásannar í samrøðuni, at tað er ikki nøkur løtt uppgáva hjá uttanríkisráðharranum, Össuri Skarphéðinssyni, at fáa eitt samráðingarúrslit, sum fólkið er sinnað at taka undir við.

Ólafur Ragnar Grímsson nevnir serliga fiskivinnuøkið. Hann vísir á, at ES-londini hava ikki megnað at verja sínar fiskastovnar, og at ES hevur ilt við at ásanna, at tann íslendska fiskiveiðiskipanin er betri enn tann hjá samveldinum.