Leggur russiska forsetan undir at hava myrt sínar mótstøðumenn

Ein fyrrverandi norskur politikari vil vera við, at Vladimir Putin, forseti, hevur beint fyri teimum, sum ætlaðu at bjóða honum av á forsetavalinum í næsta mánað

-Tað er eingin ivi um, hvør tað er, sum skipar fyri, at tann politiska andstøðan í Russlandi verður avrættað. Tað kann bara vera Vladimir Putin.

Orðini eigur fyrrverandi verjutalsmaðurin hjá norska Høgra-flokkinum, Ingvald Godal, sum ikki legði fingrarnar ímillum, tá hann sunnukvøldið almannakunngjørdi eitt tíðindaskriv. Hann vil vera við, at tað var Putin, sum skipaði fyri bumbuspreingingunum í fleiri íbúðarhúsum í Moskva á heysti í 1999 fyri at rudda slóð fyri sær sum eftirmanni hjá Boris Jeltsin. Hann vil eisini vera við, at tað var russiska trygdartænastan, sum skipaði fyri gíðslatøkuni í einum leikhúsi í Moskva í 2002.

Upprunin til tað sera hvassorðaða tíðindaskrivið eru helst tíðindini um, at fyrrverandi formaðurin í russiska tjóðartinginum, Ivan Rybkin, hvarv seinasta hóskvøld. Hann er kendur sum mótstøðumaður hjá forsetanum og hevur stillað upp til forsetavalið í næsta mánað.

Ingvald Godal vísir á, at Berezovskij er ikki tann fyrsti avbjóðarin hjá Putin, sum er horvin ella fyribeindur. Í apríl í fjør varð andstøðupolitikarin Sergej Jusjenkov skotin á gøtuni í Moskva sama dag, sum hann hevði skrásett sín nýggja flokk Tað Frælslynta Russland. Tríggjar mánaðir seinni doyði ein annar andstøðupolitikari av eitran, og fyrrverandi generalurin Aleksandr Lebed, sum eisini var forsetaevni, doyði í einari tyrluvanlukku í apríl í 2002.