Leggur ikki frá sær kortini

Hóast Miðflokkurin fyrr hev­ur boðað frá, at Karsten Hansen skuldi leggja frá sær sum landsstýrismaður í sum­mar, so verður tað kort­ini ikki so.

Tá Karsten Hansen tók við sum landsstýrismaður í heils­u­málum í 2011 varð sam­stund­is boðað frá, at hann fór at leggja frá sær eft­ir at hava sitið tvey ár í sess­i­num.
Hetta endurtók Jenis av Rana, formaður Miðfloksins her­fyri, tó at Karsten Ha­n­sen ikki hevur havt somu fat­an.
Men í tíðindaskrivi týs­morg­un­in boð­ar Mið­flokk­ur­in frá, at Kar­sten Hansen kort­ini ikki legg­ur frá sær.
Tíðindaskrivið er so­ljóð­andi:
»Á fundi í floksstjórn Mið­floks­­ins 3. apríl varð sam­tykt, at ver­andi lands­stýr­is­maður floksins, Kar­sten Hansen, held­ur fram í starvinum sum lands­stýr­is­mað­ur í heilsu­mál­um.«
Skrivað undir vegna Mið­flokk­­in hava Mia av Kák Jo­ensen, floks­stjór­n­ar­leið­ari og Jenis av Rana, floks­for­mað­ur. Við útvarpið segði Jenis av Rana, floksformaður, at tað var eftir ynski frá Karsten Han­sen sjálvum, at hann helt fram í landsstýrisstarvinum.
Karsten Hansen er 69 ára gam­al – hann fyllir 70 ár tann 18. aug­ust. Hann er føddur í Sølda­rfirði.
Karsten Hansen var bý­ráðs­limur í Klaksvík frá 1989-98 fyri Tjóð­veld­is­flokk­in. Hann starv­aðist sum sjó­mað­ur 1959-62 og innan hand­il 1963-66. Hann er út­búgvin løg­regl­­um­aður, og varð løg­regl­u­mað­ur í 1966, var støð­leið­ari 1975-85 og sýsl­u­mað­ur frá 1985 til hann fór í farloyvi, tá hann varð lands­stýr­is­mað­ur í 1889.
Hann var lands­stýr­is­mað­ur í fíggjar- og bú­skap­ar­málum 1998-2002 og lands­stýr­is­mað­ur í fíggj­ar­mál­um 2002-2003 umboðandi Tjóð­veld­is­flokkurin. Hann var aft­ur landsstýrismaður í fíggj­ar­málum 4. februar til 26. sep­tem­ber 2008 umboðandi Mið­flokkin. Hann hevur ver­ið landsstýrismaður í heil­s­u­mál­um síðani 14. november 2011, umboðandi Miðflokkin. Hann var valdur á ting í 2004 fyri Tjóðveldi og í 2008 fyri Miðflokkin. Hann fall á vali­num í 2011.
Tá hetta valskeiðið er av, hev­ur Karsten Hansen sitið í lands­stýrinum í góð 10 ár. Hann var løgtingsmaður í sjey ár.