Leggur frá sær eftir 44 ár á Landsverki

Finnleiv W. Djur­huus leggur nú frá sær vegna aldur

Eftir at hava starvast í ein mans­aldur á Landsverki, har­av stóran part av tíðini sum leiðari, leggur Finnleif W. Durhuus nú frá sær vegna ald­ur. Í hesum sambandi beyð Landsverk til móttøkur á Hotel Hafnia fríggjadagin frá klokkan 15-17.
Landsverk hevur altíð ver­ið ein stovnur, har flestu starvs­fólk hava trivist væl og starv­ast leingi. Soleiðis hevur eisini verið við Finnleivi Wint­h­er Durhuus, ið so at siga alt sítt virkna arbeiðslív, hevur starvast á stovninum. Til­samans í 44 ár.
Eftir loknan lesnað sum bygg­i­frøð­ingur kom Finnleif Wint­her Durhuus 15. apríl 1969 í starv á Landsverki. Fyrsta stóra uppgávan hjá hon­um var at projektera nýggja vegin ígjøgnum Koll­a­fjørð, har hann eisini fekk ábyrgdina fyri sjálvari veg­a­gerð­ini.
Í 1973 varð Finnleif W. Durhuus settur sum leið­ari av vegaumsitingini á Lands­verki, og tá stovnurin í 2000 fekk nýggjan bygnað, varð Finn­leif settur sum leiðari fyri veg­a­deildini. Í 25 ár var hann part­ur av leiðslubólkinum á Lands­verki.
Hesi mongu árini eru stór­ar broytingar farnar fram innan føroyska in­fra­kerv­ið, og soleiðis eisini á Lands­verki. Tá Finnleif kom á stov­n­in vóru bert 12 fólk á hø­v­uðs­skrivstovnuni, og sløk 20 ár seinni vóru hesi 90 í tali. Síð­ani komu kreppuárini, har hópurin minkaði niður í ein helm­ing.
Finnleiv W. Durhuus hev­ur seinastu árini starvast sum ráðgevi á Landsverki.