Leggur frá sær

Amerikanski ráðharin í trygdarmálum, Tom Ridge, hevur kunngjørt, at hann leggur frá sær. Almenna grundgeving hansara er, at hann hevur havt ov lítla tíð til síni næstu, síðani hann gjørdist ráðharri.

Tom Ridge er fyrrverandi guvernørur í statinum Pennsylvania. Aftan á atsóknirnar at New York og Washington tann 11. september í 2001 gjørdi George W. Bush, forseti, av at skipa eina ráðstovu, sum skuldi hava ábyrgdina trygdini í landinum, og seinastu árini hevur Tom Ridge staðið á odda fyri hesari ráðstovuni.

Tom Ridge er tann sjeyndi ráðharrin, sum fer úr stjórnini hjá Bush síðani forsetavalið 2. november.