Leggjast saman í ein stovn

- Búskaparliga vitanin í fyrisitingini skal gagnýtast betur, og tí verða Landsbanki Føroya og Hagstova Føroya løgd saman í ein sterkan felags stovn, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður

Samanlegging

Í tíðindaskrivi, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, at landsstýrið hevur sett sær fyri at savna spjaddar fyrisitingarligar eindir í størri eindir og at gagnnýta vitanina, sum mangan er spjadd í fyrisitingini, betur enn nú.
- Í hesum sambandi er semja um at leggja saman Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya í ein nýggjan og sterkari felags stovn, sigur hann.
Bárður vísir á, at hetta stig verður tikið samsvarandi hugsanini hjá landsstýrinum um, at okkara fyrisiting ? í mun til støddina av samfelagnum ? er skift ov nógv sundur í ov smáar fyrisitingarligar eindir.
- Í høvuðsheitum hava fylgjandi stovnar hjá landinum búskaparfrøðingar í starvi, sum fáast við makrobúskap: Landsbanki Føroya, Hagstova Føroya, Búskaparráð Føroya og Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya.
Bárður sigur, at landsstýrið vil gagnnýta tøku búskaparligu vitanina betur, og tí er semja í landsstýri og samgongu um, at Landsbankin og Hagstovan leggja saman í ein stovn.
- Ein onnur orsøk til at leggja hesar stovnar saman er, at í Føroyum vanta hagtøl í stóran mun.
Fíggjarmálaráðharrin vísir á, at øll framkomin lond hava t.d. ein tjóðarroknskap í føstum prísum, men Føroyar hava ongan. Hagtalsgrundarlagið er eisini í aðrar mátar óvist og byggir fyri stóran part á metingar.
- Henda støða er ikki nøktandi, men endamálið er, at tann nýggi og fakliga sterki stovnurin, ið spyrst burtur úr samanleggingini av Landsbankanum og Hagstovuni, skal fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Bárður sigur, at í samband við samanleggingina skulu ymsar uppgávur loysast og ein stýrisbólkur, mannaður við leiðandi embætisfólkum, skal standa fyri samanleggingararbeiðnum. Hann heldur hóskandi vera, at aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum saman við stjórunum í Landsbankanum, Hagstovuni og Gjaldstovuni manna stýrisbólkin.
- Í arbeiðnum at leggja Landsbankan og Hagstovuna saman, skal støða eitt nú takast til reglur fyri nýggja stovnin, leiðsluviðurskifti og setan av nevnd ella ráði oman fyri stovnin. Arbeiðsuppgávur skulu býtast millum starvsfólk á nýggja stovninum, og hølisviðurskiftini skulu eisini umrøðast, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri í tíðindaskrivi.