Partabrøvini hjá føroyska alirisanum Bakkafrost settu enn einaferð met í gjár, tá tey blivu handlaði fyri 584,5 norskar krónur á keypskálanum í Oslo í gjár.
Hetta er tað mesta, ið partabrøvini hjá felagnum nakrantíð eru handlað fyri, men er kortini bara eitt framhald av tí stóra vøkstrinum, ið felagið hevur upplivað síðan tað bleiv skrásett á keypskálanum í Oslo í 2010.
Tá íleggjarar í 2010 á fyrsta sinni fingu møguleikan at keypa eitt partabræv í felagnum, var virði á einum partabrævi 31 norskar krónur, og tá keypskálin stongdi fyrsta dagin, var virðið fallið til 32,7 norskar krónur fyri hvørt partabræv.
Um ein persónur keypti partabrøv hendan dagin og seldi aftur í gjár, tá prísurin var á tí hægsta, hevði viðkomandi selt fyri umleið 17 ferðir tann prísin, ið viðkomandi gav fyri partabrævið fyri níggjum árum síðan.
Bara í ár er virðið á partabrøvunum næstan voksið við einum triðingi. Við ársbyrjan var kostnaðurin á einum partabrævi 407,97 krónur, men er tað serliga seinasta mánaðin, at prísurin er hækkaður. 10. september blivu partabrøvini handlaði fyri 494,48 krónur, men er kostnaðurin síðan tá voksin við nærum 90 norskum krónum.
Álit
Uttan iva hevur keypið av skotska alifelagnum Scottish Salmon Company í farna mánað havt eina stóran ávirkan á, at íleggjarar leggja sínar pengar í føroyska felagið. Tað er eisini metingin hjá Rúna M. Hansen, ið er nevndarformaður í Bakkafrost.
- Íleggjararnir síggja ein møguleika í Bakkafrost, tí felagið hevur góð úrslit at vísa á og hevur skapt eitt álit. Tað álitið úti á marknaðinum er øgiliga týdningarmikið, og er tað skapt við einum sunnum rakstri og at vit royna at gera tað, ið vit lova, sigur nevndarformaðurin.
Sambært nevndarformanninum hevur tað eisini týdning fyri íleggjararnar, at talan er um eitt sterkt felag, ið hevur prógvað sítt virði, ið nú tekur yvir raksturin av einum øðrum felagi innan somu vinnu.
- Vøksturin í virðunum á partabrøvunum vísir, at íleggjarar trúgva, at vit megna at betra um raksturin í skotska felagnum. Talan er um eitt felag, ið liggur tætt uppat okkara verandi virksemi, so vit fara ikki í holt við nakað ókent, men fáa við okkara verandi virksemi skapt synergy beinanvegin. Harímillum við Havsbrún, ið kann veita fóður til Skotlands, sigur Rúni M. Hansen.
Vakstrarmøguleikar
At tað eru stórir møguleikar fyri einari virðisøking av skotska felagnum er nevndarformaðurin sannførdur um, og vísir á marknaðin sum eina ábending um hetta.
- Bakkafrost sum felag kann vísa á ein høgan prís á marknaðinum vegna ein grundleggjandi góðan rakstur. Prísurin hjá okkum liggur yvir 400 krónur fyri kg fyri okkara framleiðslu, meðan tað hjá Scottish Salmon Company hevur ein prís á 180 krónur fyri kg. So um vit fáa lyft felagið upp og innført ein betri og burðardyggan rakstur, kemur tað at geva nakað eyka til Bakkafrost, sigur hann.
Slíkar broytingar krevja kortini tíð, og í Bakkafrost verður eisini arbeitt við einari tíðarlinju, ið fevnir um fimm ár. Og allar broytingarnar verða heldur ikki framdar beinanvegin.
- Tá Bakkafrost keypti Havsbrún í 2011 fingu vit tamarhald yvir allari virðisketuni. Líka frá smoltinum til lidnu vøruna, ið verður seld á marknaðinum. Tað er ein virðisketa, ið vit kunnu brúka í samband við keypið og tað vita íleggjararnir. Ætlanin er eisini at brúka fóðrið frá Havsbrún í Skotlandi, sigur nevndarformaðurin.
Umframt nýggjar vakstrarmøguleikar fyri føroyska alirisan í einum nýggju útlendskum marknaði, veitir keypið av skotska felagnum eisini ein møguleika at styrkja um støðuna í ringum tíðum.
- Við keypinum hava vit nú spjatt váðan í fyritøkuni, so at alingin ikki longur eru avmarkað til eitt landafrøðiligt økið. Vit síggja nakrar møguleikar við hesum keypinum og trúgva, at vit kunna geva nakað gott til felagið. Gomlu eigararnir megnaðu at byggja eitt sterkt vørumerki í Skotlandi, ið passar væl inn í okkara hugsunarhátt, ið er at byggja eitt stórt og sterkt vørumerki úti í heimi, sigur Rúni M. Hansen.
##med2##
Ognarskapurin táttar í 80 prosent
Tá Bakkafrost 25. september kunngjørdi, at felagið hevði keypt 68 prosent av partabrøvunum í skotska alifelagnum Scottish Salmon Company, gjørdi felagið alt fyri eitt greitt, at hetta var einans byrjanin, tí málið var at keypa øll partabrøvini í felagnum.
Tríggjar vikur seinni er ognarskapurin hjá føroyska felagnum nú 78 prosent og manglar felagið sostatt tey síðstu 22 prosentini.
- Vit fara at bjóða teimum, ið enn eiga partabrøv í felagnum, at keypa tey síðstu, og vænta, at tey fara at siga ja til tilboðið, upplýsir Rúni M. Hansen.
Scottish Salmon Company verður skipað sum eitt dótturfelag hjá p/f Bakkafrost, men sambært Rúni M. Hansen er eingin endalig støða tikin til, um hvussu leiðslubygnaðurin verður í skotska felagnum.
##med3##
Norski pensjónsgrunnurin størsti partaeigari
Síðan Bakkafrost bleiv skrásett á keypskálan í Oslo í 2010 hevur tað verið familjan Jacobsen, ið hevur átt størsta partin av partabrøvunum í felagnum.
Oddvør Jacobsen, einkja eftir Hans Jacobsen, hevur inntil fyri nøkrum vikum síðan verið størsti einstaki partaeigari í alirisanum, ið maðurin setti á stovn, meðan sonurin Regin Jacobsen hevur verið næststørsti eigarin í felagnum.
Samanlagt eru tey eisini enn størsti eigarin av partabrøvum í felagnum, men í samband við keypið av skotska alifelagnum Scottish Salmon Company keypti almenni norski pensjónsgrunnurin Folketrygdfonden so mikið av partabrøvum, at teir gjørdist størsti eigari í felagnum, aftaná at teir í eina tíð hava verið triðstørsti eigarin. Felagið eigur í dag 9,8 prosent av partabrøvunum.
##med4##
Eykaaðalfundur hjá Bakkafrost
Í samband við keypið av The Scottish Salmon Company, sum Bakkafrost keypti 25. september, hevur felagið kallað inn til eykaaðalfund í dag.
Blaðið fór til prent áðrenn fundurin var liðugur, men frammanundan tykist vera greitt, at meirilutin av partaeigarunum taka undir við tilmælinum, ið nevndin hevur sett á skrá fyri eykaaðalfundin.
Eykaaðalfundurin skal taka støðu til kapitalhækkingina í sambandi við keypið í Skotlandi. Samlaði virðið av The Scottish Salmon Company er 5,5 milliardir norskar krónur. Í staðin fyri at fíggja keypið við láni, verður størsti partur av keypinum fíggjaður sum eginpeningur, har eigarar skjóta pening í felagið.
Tá keypið varð framt 25. september, var felagið úti hjá íleggjarum, til tess at fíggja keypið. Áhugin var sera stórur, og felagið teknaði allan ætlaða peningin uppá 4,8 milliardir krónur eftir tveimum tímum.
Bakkafrost hevur ein sera spjaddan eigaraskara. Størsti eigari er norski eftirlønargrunnurin, Folketrygdfonden, sum nú eigur 9,8% av felagnum. Felagið er skrásett á keypskálanum í Oslo, og hevur í dag eitt marknaðarvirði á 31 milliardir norskar krónur.site