Leggja valskrá fram í Klaksvík

Í dag legði Tjóðveldi fram sína valskrá í sambandi við fólkatingsvalið. Tað var gjørt á tínðindafundi á Hotel Hafnia í Havn. Í morgin kl 10 leggur Sambandsflokkurin fram sína valskrá. Tað verður gjørt í Smæruin í Havn, og fríggjdagin klokkan 10 leggur Javnaðarflokkur fram sína valskrá. Tað verður gjørt í Spinnarínum í Klaksvík.

Har fara Aksel V. Johannesen, Sjúrður Skaale, Eyðgunn Samuelsen og Helena Dam á Neystabø leggja fram boðskapin frá Javnaðarflokkinum.

– Fundurin verður opin fyri almenninginum og sendur beinleiðis á Facebook, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.

– Valevni okkara vórðu kunngjørd sama dag, sum valið varð útskrivað, skrivar Javnaðarflokkurin.

Valevnini eru hesi: 

Finnbjørn Vang

Kristianna Winther Poulsen

Henrik Old

Rigmor Dam

Marita Klein Joensen

Sjúrður Skaale

Djóni Nolsøe Joensen

Aksel V. Johannesen

Bjarni Hammer

Barbara Gaardlykke Apol

Jónleif Johannesen

Heðin Mortensen

Eyðgunn Samuelsen

Helena Dam á Neystabø

Gunnvá Tróndardóttir Joensen