Ætlanin er, at samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini verða skipaðar við jøvnum samráðingarfundum millum partarnar fram ímóti 1. mai. Tá gongur sáttmálin út, og nýggjur skal helst verða gjørdur ístaðin.
Samráðingarnar um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelg.
Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað er við hesar samráðingar, at karmurin verður fastlagdur. Hesar samráðingar eru sostatt grundarlagið undir øllum teimum fylgjandi samráðingunum í hesi samráðingarrunduni.
- Hvussu langar samráðingarrundurnar eru, er tengt at, nær sáttmálarnir ganga út, men er hetta vanliga 2 ár, verður sagt úr Vinnuhúsinum.
Samráðingarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við arbeiðarafeløgini verða førdar av nevndini saman við umsitingini. Samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.