Leggja upp til meiri samstarv í Suðuroy

Bygdaráðið í Porkeri mælir til at seta eina barnavernd fyri alla Suðuroy og í bygdaráðnum í Hvalba verður mælt til at øll oyggin setir ein felags brandmeistara

Samstarv

Í Suðuroynni verður framvgis tosað nógv um samstarv. Í teimum ymsu bý- og bygdaráðunum í oynni, hava tey tó ilt við at fáa eyga á tey stóruframbrotini á hesum øki.
Men nú rógva so tvær av teimum minnu kommunum í oynni í øllum førum uppundur at fáa meiri samstarv í oynni- í tí smáa.
Í báðum bygdaráðunum er sjónarmiðið, skal talan vera um meiri samstarv í oynni, kunnu tær ymsu kommunurnar vísa, at tær meina nakað við tað við at byrja í smáum.
Í Porkeri hevur bygdaráðið viðgjørt spurningin um barnavernd. Vágs Býráð hevur skrivað til Porkeris kommunu um at vera við til at gera eina felags barnavernd fyri Suðuroyar syðru helvt.
Bygdaráðið í Porkeri vísir ikki tankanum frá sær. Men bygdaráðið heldur, at tað rættasta er at skipa eina felags barnavernd fyri alla Suðuroynna.
Sostatt samtykti Porkeris Bygdaráð einmælt at mæla hinum kommununum til at skipa eina felags barnavernd fyri alla oynna.
Bygdaráðið samtykti eisini at bjóða hesi felags barnaverndini høli í Porkeri til umsiting.
Hvalbingar halda eisini, at tað er rætt at byrja í tí smáa.
Á Tvøroyri hevur býráðið søkt eftir nýggjum brandmeistara fyri Áka Dimon, sum fer frá fyri aldur.
Á bygdaráðsfundi í Hvalba fríggjakvøldið var eitt sjónarmið, at tað rættasta hevði verið at sett ein brandmeistara fyri alla Suðuroynna, sum so kundi havt umsjónina við sløkkiliðsamboðunum í allari oynni.
Hetta varð tó ikki samtykt formliga, men Hvalba samstarvar við Tvøroyri um brandbil og tað lá í luftini, at bygdaráðið í Hvalba skuldi føra hesi sjónarmið fram, tá ið høvið beyðst.