Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES samdust mánakvøldið um at herða trýstið á irakska leiðaran, Saddam Hussein.
Í samyktini hjá leiðarunum stendur millum annað, at tey evropeisku londini vilja hava kreppuna loysta á friðarligan hátt. Hinvegin er greitt, at eitt mark er fyri, hvussu leingi vápnaeftirlitsmenninir hjá ST kunnu verða verandi í Irak, og tí er neyðugt, at irakska leiðslan samstarvar við ST fyri at fáa enda á kreppuni. Ger irakska leiðslan ikki tað, kann tað gerast neyðugt at nýta hermegi, stendur í samtyktini hjá ES-leiðarunum.
Men semjan er ikki fullkomin. Stutt eftir fundin mánakvøldið kunngjørdi franska stjórnin, at Frakland fer ikki at taka undir við einari ST-samtykt, sum heimilar hernaðaratgerðum ímóti Irak.










