Leggja tilfeingisgjald á hval

Í framtíðini skulu íslendingar ikki einans rinda tilfeingisgjald fyri fisk, men eisini fyri hval.

Tað kemur fram í svari hjá Sigurði Inga Jóhannssyni, fiskimálaráðharra upp á ein fyrispurning frá altingskvinnuni Katrín Jakobsdóttur.

 

Ráðharrin sigur, at eftir hansara tykki hevði tað verið best, um skipanin við tilfeingisgjaldi umfataði allar stovnar í sjónum, og at hugsjónin um burðardygga veiði skal umfata hval eins væl og fisk. Hann hevur tí biðið embætisverkið í fiskimálaráðnum kanna, hvussu hetta kann gerast. 

 

Gongst sum Sigurður Ingi Jóhannsson ætlar, kemur málið um tilfeingisgjald á hval fyri Altingið í næstu tingsetu.