Tað hevur verið drúgt at bíða, men fyrr í vikuni kunngjørdi landsstýrið so, hvussu pengarnir til røktarheimsbygging vórðu býttir. Og Tórshavnar kommuna fekk tillutað 44,8 milliónir, svarandi til 64 røktarpláss.
- Í kommununi er akutti tørvurin millum 70 og 75 pláss, og við hesum verður tørvurin so næstan nøktaður, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Arbeiðið at tekna røktarheimið er boðið út millum arkitektar, og býráðið hevur valt Albert Isfeldt at gera hetta arbeiðið.
- Gjørd verður nú ein byggiskrá við teimum ynskjum, sum býráðið hevur og teimum krøvum, sum nú einaferð hoyra slíkari bygging til, sigur Heðin Mortensen.
Tá hendan byggiskráin er liðug, verður arbeiðið at byggja røtkarheimið yviri við Strond so boðið út.
- Talan er um so mikið stórt arbeiði, einar 90 milliónir, at tað ber ikki til at avmarka okkum til byggiharrar í kommununi. So arbeiðið verður allarhelst boðið út alment, ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands, sigur Heðin Mortensen.
Arbeiðið at gera eitt røktarheim yviri við Strond hevur ligið í kortunum leingi, men fíggjarliga trongu tíðirnar gera, at kommunan ikki hevur sæð seg føra fyri, at fara undir hetta arbeiðið einsamøll. Men nú stuðulin frá landinum er játtaður, verður arbeitt skjótt.
Liggur væl fyri
- Vit hava fingið játtan til 64 pláss, og hvørt búpláss fær 700.000 krónur frá landinum. Hina helvtina rindar kommunan so sjálv, so talan verður um eitt arbeiði til einar 90 milliónir krónur, sigur Heðin Mortensen.
Fyrireikingar arbeiðið hevur verið í gongd í longri tíð, og í býráðnum er breið semja um at røktarheimið skal gerast.
Boðanesheimið, sum Jógvan Arge hevur navngivið røktarheimið, verður nú boðið út sum heildarveitan. Tað vil siga, at ein einstakur byggiharri fær arbeiðið um hendur og útvegar so sjálvur undirleverandørar.
Miðað verður ímóti at seta spakan í á vári 2010.
- Staðið yviri við Strond liggur sera væl fyri at byggja røktarheim á. Beint omanfyri er Lágargarður og nærhendis er eisini Tjarnargarður, so tað verður lætt at samskipa tænastur og tilboð til búfólkið á hesum heimum, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at alt býráðið er spent upp á at fara í gongd, og roknað verður við, at Boðanesheimið stendur liðugt og klárt at flyta inn í um eitt til hálvtannað ár.