Royndir
Skipið hjá Fiskirannsóknarstovuni, Magnus Heinason, hevur júst verið úti og kannað kongafisk, og í vikuni verður aftur lagt út á hav at merkja tosk.
Seinnapartin í gjár stákaðust menn á dekkinum við at gera skipið klárt til nýggjan túr.
Á brúnni stákaðist skiparin, Dánjal Jacob Lydersen, sum er ættaður úr Skálavík, við síni ting.
Vit spurdu, um teir, sum vóru á dekkinum, vildu stilla seg upp til myndatøku, og tað var eingin trupulleiki.
Magnus Heinason ger ymiskar kanningar fyri Fiskirannsóknarstovuna gjøgnum alt árið.