Leggja stovnarnar saman

Heilsumálaráðið ætlar at leggja deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu og Fólkaheilsuráðið saman undir ein stovn, Fólkaheilsustovn Føroya.

Pál Weihe, yvirlækni, er formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hann er eisini leiðari av deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu. Sannroyndin er tann, at ráðið og deildin arbeiða ofta við líknandi málum og á líknandi økjum og Pál Weihe viðgongur sjálvur, at hugtakið almannaheilsa og fólkaheilsa eru nærum einsmerkjandi.

 

Heilsumálaráðið er tí fari undir eina tilgongd, ið hevur sum endamál at leggja Fòlkaheilsuráðið og deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu saman í ein stovn, Fólkaheilsustovn Føroya.

 

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at í fleiri førum eru tað somu starvsfólk, ið gera uppgávur fyri Fólkaheilsuráðið og deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu.

- Tískil er líka frægt at leggja arbeiðsplássini saman, og soleiðis spara nakað av útreiðslum til umsitingina, sigur hann.

 

- Vit vóna, at á hendan hátt verður gjørligt hjá Pál Weihe at nýta játtanina betri. Vit hvørki hækka ella lækka játtanina, men vónandi fer nú minni til umsiting og meiri til annað arbeiði, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.