Leggja Ísrael undir at søkja at sivilfólki

Minst 14 palestinar, tey flestu sivilfólk, doyðu í einum ísraelskum álopi á Gaza-geiran sunnudagin. Útlendsk hjálparfólk eru í øðini um ísraelsku framferðina.

-Ísrael søkir við vilja at sivilum málum og brýtur fólkarættin, sigur Gudrun Bertinussen við NTB. Hon arbeiðir í Miðeystri sum umboð fyri Norsku Fólkahjálpina.

Norska umboðskvinnan sigur, at støðan í Gaza-geiranum er so álvarssom, sum hon ikki hevur verið í fleiri ár. Norski uttanríkisráðharrin, Jan Petersen, fordømdi sunnudagin ísraelsku framferðina í Gaza-geiranum og serliga áopið á flóttafólkaleguna Jabalyia. Eisini ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hevur hvassliga fordømt framferðina hjá ísraelska herinum.

Men ísraelsku myndugleikarnir lata ikki atfinningarnar við seg koma. Sunnudagin fóru umleið 200 stríðsvognar og gravkýr inn í Gaza-geiran. Frammanundan høvdu ísraelsmenn søkt at fleiri flóttafólkalegum, og sambært keldum á sjúkrahúsunum hava álopini teir seinastu dagarnar kostað minst 60 palestinum lívið. Tríggir ísraelsmenn eru deyðir í samanbrestunum.


Hjálp frá ST

Um vikuskiftið kravdu ísraelsku myndugleikarnir, at leiðarin fyri ST-matvøruhjálpini í teimum palestinsku økjunum, danin Peter Hansen, skuldi koyrast frá. Ísrael vil vera við, at ST hevði latið víðgongdar palestinar flyta eina rakett í einum sjúkrabili. Tað sást á myndum, sum eitt ómannað flogfar hevði tikið, søgdu ísraelsku myndugleikarnir.

Peter Hansen hevur víst skuldsetingini aftur. Hann sigur, at tað var ikki ein rakett, men ein børa, sum bleiv borin inn í sjúkrabilin, og ST hevur kravt, at Ísrael skal taka skuldsetingina aftur.

Altjóða fjølmiðlar siga, at ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hevur lovað at halda á við álopunum á Gaza-geiran, so leingi vandi er fyri, at víðgongdir palestinar skjóta rakettir inn í Ísrael. Seinasta mikudag rakti ein rakett býin Sderot, og tvey børn lótu lív.