Seinastu dagarnar hevur eitthvørt verið spent út miðskeiðis eftir Vágsfirði, og hava mong undrast á, hvat hetta er.
Í samband við, at stóra virkið hjá Bakkafrost á Vágs Havn verður gjørt til eitt nútímans kryvjivirkið, verður eisini løgd nýggj rørleiðing til spillvatn. Leiðingin verður løgd eftir botni frá virkinum og vestur á Sandin, veit Suðurrás at siga.
Seinastu dagarnir hevur rørleiðingin verið rættuliga sjónlig á Vágsfirði. Leiðingin skal søkkjast fyrsta dagin, men inntil tá heitir Vágs Havn á skip og bátar um at vísa ans og sigla eyka varliga á Vágsfirði.
Rørleiðingin verður løgd vestur á Sandin, og løgd vestur á Vágseiðið, har spillvatnsleiðingin rennir út á sama stað, sum spillvatnsleiðingin hjá Vágs kommunu rennir út.










