Nú felagið Morbus Bechterew veðrur 20 ár tann 19. mai, eru ætlanir samstundis um at leggja saman við Giktafelagnum. Talan er í báðum førum um feløg fyri fólk, sum líða av giktsjúkum.
Felagið fyri Morbus Bechterew sjúklingar fer at hava aðalfund í MBF húsinum flaggdagin klokkan14.00, sigur skrivarin í felagnum, Unn Hansen.
Talan er um eitt lítið felag, tí ikki so øgiliga nógv fólk hava sjúkuna ella kenna nakað til hana. Tískil heldur ikki til felagið, sum nú í 20 ár hevur verið fyri fólk við sjúkuni.
Unn Hansen sigur, at í hennara føri hevur felagið verið til góða hjálp. Serliga við uplýsing um sjúkuna og um viðgerðarhættir, sum fáast kunnu.
Sjúkan er arvalig, sigur Unn Hansen. Tað vísir seg, at hon ofta verður staðfest í ávísum familjum, og so kunnu nógv fólk í somu familju fáa hana. Og kortini er so onkur, sum heilt sleppur undan.
Í Føroyum fáa sjúklingar tilboð um tvær ferðir fjúrtan daga viðgerð árliga á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Unn Hansen. Tann viðgerðin umfatar viðgerð hjá fysioterepeuti og eitt nú svimjing. Serliga svimjing í heitum vatni hjálpir summum væl. Men so eru tað onnur, sum hava tað best við nógvum kulda. Tað vil sig, at ísur verður lagdur á sjúku støðini, greiðir Unn Hansen frá.
Morbus Bechterew (Spondylitis ankylopoietica) er eitt serligt slag av liðagigt, sum ofta vísir seg sum pína í rygginum, ið ikki hvørvur, hóast ein hvílir seg. Ryggurin stívnar ofta hjá fólki, sum hava sjúkuna. Og so ger sjúkan eisini, at sjúklingurin hevur avmarkaðar møguleikar at røra seg.
Orsøkin er bruni í liðbondum, eins og í ryggi og bringu. Umleið triðji hvør sjúklingur verður eisini raktur í knø, mjadnar og herðar.
Morbus Bechterew er varandi sjúka, og gongdin kann vera ymisk frá fóki til fólk.
Sagt verður, at umleið 0,1 til 0,5 prosent av fólkatalinum verða rakt av Morbus Bechterew. Ofta sæst sjúkan í 20-30 ára aldrinum, og mest hjá monnum. Tað kemst kanska av, at sjúkan fer betri við kvinnum, og at tað tí ikki altíð verður rakt við hana.
Hóast fólk kunnu ganga í rættiliga nógv ár við sjúkuni, er vanligt, at tey eru arbeiðsfør alla sína tíð kortini.
Føroyska felagið fyri fólk við Morbus Bechterew fer umframt aðalfundin, sum verður sunnudagin, eisini at halda 20 ára dagin við eini veitslu, sum verður í húsunum hjá Starvsmannafelagnum tann 15. mai, sigur Unn Hansen skrivari í Morbus Bechterew felagnum.










