Leggja síðstu hond á fíggjarlógina

Nógv fundarvirksemi er í løtuni, nú síðsta hond verður løgd á fíggjarlógina.

Samgongan hevur einans tvær vikur eftir at gera allar broytingarnar í fíggjarlógaruppskotið fyri 2016, um lyftið frá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, til fíggjarnevndina, um at uppskotið skal vera klárt hálvan november, skal haldast.


Samgongan arbeiðir eisini av øllum alvi við uppskotinum, og leygardagin var samgongufundur á skránni, har allir partar í samgonguni fingu høvi at siga sína hugsan, og seta síni fingramerkir á uppskotið.


Fundarvirksemi endaði tó ikki har, tí í morgun møttust teir tríggir formenninir í samgonguflokkunum, Aksel V. Johannsen, Javnaðarflokkurin, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, og Poul Michelsen, Framsókn, við Kristinu Háfoss, fíggjarmálaráðharra. Evnið fyri fundin var bara at tosa um fíggjarlógaruppskotið.


Tann fundurin varð liðugur um middagsleitið, men longu í kvøld heldur fundarvirksemi fram, tá øll landsstýrisfólkini eru biðin um at koma á fund um fíggjarlógaruppskotið.