Leggja SHEFA-2 kaðalin

Arbeiðið at leggja nýggja sjókaðalin, sum millum annað skal tryggja fleiri trygg altjóða sambond við útheimin, er byrjað. Kaðalskipið IT Intrepid hjá International Telecom kom til Maywick í Hetlandi tann 25. juli, har byrjað var at leggja kaðalin mótvegis Føroyum. Í Føroyum verður kaðalin lagdur inn á Hvítanes, har sambandið verður ført víðari til Klingruna í Hoyvík. Væntandi tekur tað ein mánað at leggja kaðalin upp til Føroyar. Kaðalin verður lagdur í trimum pørtum, ið knýta Føroyar – Hetland, Hetland – Orkney og Orkney – Skotland saman. Í dag er høvuðssambandið við útheimin FARICE-kaðalin, sum varð tikin í nýtslu í 2004.