Leggja síðstu hond á trappuna

Leygarmorunin skal nógv umrødda trappan á Perlugrund í Vágsbotni takast í nýtslu.

 

Seinastu dagarnar hava fólk lagt síðstu hond á at fáa trappuna lidna. Sjálvt trappa, sum er gjørd úr gróti í Skopun, er liðug, eins og asfaltering og vegaarbeiði annars. Urtagarðsfólkini hava eisini gjørt síðst. Í dag eru menn í ferð við at gera trappuna upp til Bojsensgarð, sum er urtagarðurin hjá Gamla Bókhandli. Hendan trappan verður gjørd úr jarni, og í løtu eru menn í ferð við at sveisa hana.

 

Bojsensgarður er – eins og bygningurin hjá Gamla Bókahandli – friðaður sum fornminni, og tí kunnu ongar broytingar gerast, uttan so, at tað er gjørt við samtykki frá Fornminnisnevndini.

 

Ætlanin er eisini, at alt el-arbeiðið skal vera liðugt fyri hátíðarhaldið leygarmorgunin, tá trappan alment verður tikin í nýtslu. Tá verður morgunmatarborð og barnafagnaður fram til klokkan 12:30. Og tá hátíðarhaldið byrjar klokkan 10 fer Havnar Hornorkestur at spæla.

 

BUBU og Kim Hansen við bólki undirhalda við morgunfimleiki, sangi og spæli á trappuni. Klokkan 11.30 verður trappan alment tikin í nýtslu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, halda røðu, og Tórshavnar Manskór syngur.

 

Ævintýraferðin syngur og spælir. Endað verður við, at Punjab rokkar á trappuni.