Næmingar í 10. flokki á Skúlatrøð í Klaksvík hava hesa vikuna lagt mállæru og roknubøkurnar á hillina, og funnið kreativu og skapandi síðurnar fram ístaðin, nú listavika hevur verið á timatalvuni.
Assa Færø, flokslærari, sigur at hetta er ein ørðvísi háttur hjá næmingum at arbeiða uppá og at fyrireika seg til vanliga lívið á arbeiðsmarknaðinum, læruplássum ella skúla, sum bíðar teimum eftir summarfrítíðina. Tey kunnu velja í ymiskum listaligum ella handaligum breytum, so sum træ og horn, film, foto, evning og málningalist.
Hesa vikuna hevur skúlin fingið ymiskar gestalærarar inn, sum hava undirvíst í ymiskum listaligum greinum, og eisini brúkar skúlin tað tilfeingið hann hevur.
-Tey sleppa at fordjúpa seg í einum evni í eina heila viku. Tað skapir arbeiðisgleði og samansjóðing. Tey kreativu sleppa eisni at blomstra, sigur Assa Færø.
Torfríð Lassen, næmingur, hevur valt at arbeiða við evning hesa vikuna og greiðir frá at hon fekk nógv burturúr vikuni.
-Mær dámar væl at vera kreativ, og hetta er ein møguleiki at arbeiða við hesum og geva mær góðar stundir. Hesin lærdómurin er annarleiðis og ikki nakað er skjótt fari at gloyma, sigur hon.
Næmingarnir sýna fram tað teir hava evnað mánadagin.