Komandi tvær vikurnar verður nakað av byggivirksemi í Tórsgøtu. Herfyri samtykti Tórshavnar býráð at leggja tak oman yvir Perlutorgið, tað er økið millum Reinsaríið, Perluna og Miðlahúsið.
Byggiarbeiðið kostar eina slaka millión og er tað Nomatek, ið ger arbeiðið, meðan Atlanticpane veitir glasið.
Ætlanin er, at tað skal gerast høgligari at skipa fyri tiltøkum uttandura. Higartil hevur verið vanligt, at eitt telt verður sett upp á økinum í samband við ymisk tiltøk í Reinsarínum ella Perluni, men hetta skal eftir ætlan verða ein saga blot.
Upprunaliga var talan um, at tekjan skuldi kunna flytast til viks, tá sólin skein, so at hon eisini náddi niður á torgið, men so verður ikki. Nomatek váttar fyri in.fo, at talan er um eina tekju í herdaðum plasti, sum verður lagt oman yvir torgið.
Arbeiðið skal vera liðugt um góðar tvær vikur.