Leggja nú valskráirnar fram

Nú løgtingsvalið nærkast hava tríggjar flokkar boðið til framløgu um valskráirnar

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava sínar framløgur í morgin, Sambandsflokkurin í Norðurlandahúsinum klokkan 10, har Bárður á Steig Nielsen, formaður, at leggja fram valskránna hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið.

Javnaðarflokkurin hevur sína framløgu í Løkshøll í Runavík, og verður tað klokkan 13. Tey í Javnaðarflokkinum siga, at framløgan er almenn, og at allir føroyingar eru hjartaliga vælkomnir til framløguna, har høvi eisini verður at hitta onkur av valevnunum.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarfloksins fer at leggja valskránna fram.

Tjóðveldi hevur sína framløgu klokkan 10 mikudagin í Smæruni í Havn, har Høgni Hoydal, floksformaður, leggur fram. Eisini har verður høvi at hitta valevni hjá flokkinum.

– Øll eru vælkomin at vera við til framløguna, siga tey hjá Tjóðveldi.