Býráðið fer nú tak yvir parkeringsplássið ímillum Reinsaríið, Perluna og Miðlahúsið.
Har eru tvey parkeringspláss, umframt eitt parkeringspláss til avlamisbilar, men í framtíðini skal tað ístaðin vera eitt uttandura torg til alskyns tiltøk.
Tað fer at kosta eina millión at leggja glastak yvir parkeringsplássið, men tað verður gjørd soleiðis, at vísir tað seg ikki at rigga í longdini, er tað lutfalsliga lætt at taka niður aftur.
Samstundis verður tað gjørt soleiðis, at er ein góðveðursdagur, kann takið flytast til síðis, so at sólin sleppur niður á sjálvt torgið.
Sostatt skal Perlutorgið, tey kalla tað, verða ein partur av mentanargøtuni, Tórsgøtu, har tað skal bera til at skipa fyri alskyns tiltøkum listaframsýningar, filmsýningar o.s.fr.
Tað skal eisini bera til at festa ljós og installatiónir undir lofti til framførslur og listaframsýningar av ymsum slagi.
Samstundis fer tað at gera tað hugaligari at vera uttandura, tá ið tiltøk eru í Perluni og Reinsarínum.
Milliónin, sum skal brúkast til endamálið, verður tikið av ætlanini at gera eitt baðiland afturart svimjihylinum, ella komandi langhylinum í Havn.
Summir býráðslimir harmaðust um, at baðilandið missur pening, tí so verða tað so uppaftur seinni, at tað kemur.